Nýggj bók um Hugo

Fríggjadagin kemur fjórða bókin um Viktor Hugo Persson út. Hugo, sum býr í býnum Port Janua, fer í nýggju bókini við vinum sínum á flog inn í eina spennandi søgu. Rakel Helmsdal hevur skrivað. Teimum, ið dámar væl bøkurnar hjá Rakel Helmsdal, kunnu gleða seg í hesum døgum, tí nú kemur endiliga fjórða bókin um Viktor Hugo Persson, sum býr í býnum Port Janua.

Spennandi søgan fer fram í Altheubrekku í Gamla Býi, men eisini í Svørtuborg, har søgan fær eina óvæntaða snaring.

Ferð kemur á hendingarnar, beint sum frásøgan byrjar:

?Tað var ein regnvátan, lýggjan februardag, tá eg saman við vinmanni mínum, Stefani Kondor, gekk niðan Altheubrekku í Gamla Býi, at eg sá tað.

Eina hond, sum kvikliga kom út gjøgnum eitt hurðarglopp, læt lokið á ruskspannini upp, slepti einum posa niður í og hvarv eins kvikliga inn aftur. Síðan varð hurðin klamsað aftur í lás. Kroppin, ið mundi hoyra til hesa hondina, sá eg ongantíð.?

Hondin við ruskposanum og ein njósnaraskaldsøga fær hugin á Hugo á flog, og áðrenn Hugo og vinirnir vita av, eru teir drignir inn í eina spennandi søgu. Sum dagarnir ganga, vísir hetta seg at vera nógv meira órógvandi, enn teir hava roknað við.

Philippe Carré hevur gjørt permuna, og Edward Fuglø hevur teknað rammumyndina á kortunum, sum eru í bókini av Port Janua og Gamla Býi.

Bókin er 278 bls. og innbundin. Hon kostar 160 kr í bókahandlum.