Eitt av størstu mentanartiltøkum í Føroyum í yvir hundrað ár. Soleiðis lýsir Slái Ring kappingina um nýggja brúðarvísu. Eitt av størstu mentanartiltøkum í Føroyum í yvir hundrað ár !
Sláið Ring ? landsfelag føroyskum dansi at frama, vil við hesum bjóða áhugaðum at taka lut í kapping um at yrkja eina nýggja brúðarvísu.
Vísan / kvæðið eigur at lúka hesar treytir:
Hon skal fyrst og fremst venda sær til brúðarparið
Hon skal vera frásøgukend
Evnið kann vera tað sama sum í donsku brúðarvísuni, men er ikki nøkur treyt
Hon skal hava eitt viðkomandi niðurlag, sum
o antin er eitt av teimum vit kenna
o ella eitt gjørt av nýggjum
Tað skal taka uml. 8 til 10 min at kvøða vísuna / kvæðið
Er ørindislongdin fýra reglur, skal hon í mesta lagi vera 20 til 24 ørindir
Aðrar treytir, sum Sláið Ring setir, eru, at Sláið Ring fær rætt til at prenta og geva øll handritini út, ið koma inn, og sum nevndin metir eru egnað at geva út.
Yrkingarnar verða sendar inn uttan frásøgn um yrkjara, men í brævbjálvanum skal vera annar brævbjálvi við upplýsingum um navn og bústað. Brøvini verða at senda til Sláið Ring, Á Teigi 7, FO-100 Tórshavn.
Innlatingarfreistin er á trettanda, 6. januar, 2008.
Fyrsta virðisløn er kr. 50.000. Men nevndin kann eisini avgera onga virðisløn at lata.
Í dómsnevndini sita:
Eyðun Andreassen, professari
Elsa Funding, prestur
Árni Dahl, lærari
Hervør Durhuus, húsmóðir
Rasmus A. Joensen, formaður í Sláið Ring