Ageware er fyrsta fyritøkan í Føroyum, sum mennir eitt telduspæl, sum ein altjóða útgevari er áhugaður í at geva út á heimsmarknaðin.
Framtíðarútlitini í hesi ætlan eru stór, tá hugsað verður um, at marknaðurin fyri telduspøl er størri enn films- og tónleikamarknaðurin tilsamans.
Fyrsta stigið í verkætlanini verður fíggjað av einum privatum íløgufelagi, sum hevur valt at satsa upp á Ageware.
Ageware er samstundis fyrsta fyritøkan, sum gerst partur av business factory-virkseminum í Íverksetarahúsinum.
Tað gongur í stuttum út uppá, at nýggjar fyritøkur við lovandi hugskotum verða settar á stovn, og at íleggjarar verða knýttir at ætlanini.