Komandi ár letur nýggj føroysk sendistova væntandi upp í Fjareystri. Endalig avgerð er ikki tikin um, hvar sendistovan verður, men ætlanin er, at hon skal røkja føroysk áhugamál í fleiri londum í Fjareystri, og fyrireikingararbeiðið fer í gongd nú, boðar Uttanríkismálaráðið frá.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru tríggjar milliónir settar av til nýtt sendistovuvirksemi í Fjareystri.
- Samhandilin millum Føroyar og serliga Kina er vaksin nógv. Eisini Japan, Suðurkorea og Vietnam eru týðandi marknaðir fyri Føroyar, og har eru stórir møguleikar fyri vøkstri. Ein sendistova í Fjareystri ger tað møguligt hjá Føroyum at fáa fótin enn fastari í mest fólkaríka partinum í heiminum – bæði á politiskum og vinnuligum stigi, ljóðar tað frá Uttanríkismálaráðnum í dag.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, meinar, at tíðin er búgvin til at lata upp nýggja sendistovu í Ásia.
- Vit hava brúkt nógva orku at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og Fjareystur seinastu árini. Eg meti, at tíðin nú er búgvin, at ein sendistova verður sett á stovn sum liður í tí arbeiðinum. Hon er neyðug, so vit hava fólk á staðnum, sum hevur djúptøkið innlit í føroysk viðurskifti, sum kennir føroyskan vinnustruktur, og sum støðugt kann umboða okkum mótvegis myndugleikunum hjá okkara samhandilslondum, sigur Poul Michelsen.
Føroyar hava annars sendistovur í Brússel, London, Keypmannahavn, Moskva og Reykjavík.
- Vit samskifta við myndugleikarnar í Kina, Japan og Suðurkorea um at økja búskaparliga samstarvið og fáa í lag fríhandil. Ein sendistova fer vónandi at skunda undir ta tilgongdina, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.