Nýggj fótbóltskapping fyri evropeiskar smátjóðir

Ivan Eginsson, Eysturland
-----

Í ljósinum av knúsandi ósigrinum hjá føroyska landsliðnum í Eysturríki fyri nøkrum vikum síðani vaknaðu tær dapurskygdu røddirnar her á landi, sum ynskja at Føroyar melda seg heilt burturúr EM- og HM-undankappingum ella ein nýggj undankappingarskipan fyri evropeiskar smátjóðir má setast í verk - soleiðis at Føroyar fyrst skulu møta teimum lægri styrkismettum londum, fyrrenn føroyska landsliðið - kanska - kemur í eina "ordiliga" undankapping, har føroyingar kunnu sleppa at møta hvørjum sum helst.

Persónliga eri eg hart ímóti tílikum hugskotum, tí at tað hevði verið eitt risastórt afturstig fyri føroyskan føtbólt og føroysku tjóðina sum heild - tað er einki dulsmál at teir allarflestu útlendingarnir, kanska upp til 90%, hava fingið sína fyrstu vitan um Føroyar ígjøgnum fótbólt.

Samstundis noyðast vit at viðganga at støðan viðvíkjandi kappingum, føroyska landsliðið er í, ikki er nøktandi. Høvuðstrupulleikin er at Føroyar, í teimum allarflestu førum, møta nógv størri londum í HM- og EM-undankappingum og hava tí ilt við at fáa sigrar og javnleikir til holdar - í øllum førum so ofta, sum vit kundu ynskt okkum tað. Tað hevði uttan iva verið gagnligt fyri føroyska landsliðið, um tað slapp at møta sínum "javnlíku" - teimum smáu londunum, sum Føroyar kunnu samanberast við, oftari - helst regluliga og ikki einans í onkrum vinadysti fimta hvørt ár.
Hvussu kunnu vit loysa hendan trupulleikan, soleiðis at Føroyar kunnu fáa meira javnar landsdystir - og helst fleiri landsdystir sum heild - uttan at missa síni sjálvsøgdu rættindi til at vera við í HM- og EM-undankappingum og kunna møta Týsklandi, Italia og kanska Onglandi ein dag?

Jú - loysnin er har!

Ein almenn kapping fyri allar evropeiskar smátjóðir kann setast á stovn! Ein kapping, har øll tey UEFA limalondini við fólkatali um eina hálva millión íbúgvar og færri verða við. Hesi londini eru Luksemborg, Malta, Ísland, Andorra, Føroyar, Liktinstein, San Marino og so Gibraltar, sum gjørdist eitt fyribils UEFA-limaland í oktober i fjør og vil vónandi fáa fullan limaskap í evropeisku fótbóltssamgonguni seinni í hesum mánaðinum. Átta lond høvdu eisini givið eitt frálíkt luttakaratal. Hetta hevði merkt tveir bolkar og minimum tríggjar dystir fyri hvørt land, tvær hálvfinalur og eina finalu - júst sum EM-endaspæl varð fyriskipað í árunum 1980-2000.

So kunnu vit fara ígjøgnum tær ítróttarligu, praktisku og fíggjarligu treytirnar viðvíkjandi einari slíkari EM fyri smátjóðir:

1. Tað ítróttarliga. Tað er lítið at ivast í at at EM kapping fyri smátjóðir hevði verið áhugaverd og kærkomin - ikki bara fyri Føroyar men sannliga fyri øll tey nevndu smálondini - av júst somu orsøkum, sum henda kappingin hevði verið spennandi fyri føroyingar! Eitt møguligt undantak kann vera kortini: Ísland. Hóast lítla fólkatalið, hevur Ísland - í øllum førum tey seinastu 25 árini - ikki verið roknað sum ein ordilig smátjóð í fótbólti, við nógvum stjørnuleikarum á hægsta evropeiska støði og fleiri minniligu sigrunum. Møguliga vildi Ísland sæð eina slíka kapping við somu eygum sum føroyingar sóu fótbótskappingina í oyggjarleikunum á sinni og fóru burturúr, tí at støðið var ov lágt fyri teirra viðkomandi. Men tað er altíð upp til eitt fótbóltssamband at gera av, hvørt tað vil vera við og upp til ein landsliðsvenjara at velja leikarar til eina tílíka uppgávu. Ísland kundi kanska stillað upp við eykaleikarum ella ligalandsliðnum. Skuldi tað hent at Ísland als ikki hevði áhuga fyri kappingini, kundi eitt frískligt hugskot verið at bjóða einari smátjóð aðrastaðni frá at vera luttakari - og har kann tað vera alt frá Bermuda til Tahiti, sum annars er meistari í Okeania og skal vera við í Confederations Cup í Brasilia í juni. Við øðrum oðrum, hevði talan verið um eina spennandi og nøkulunda javna kapping millum nøkur smálond, sum ynskja at fáa fleri sigrar á kontoina og ikki bara í onkrum tilvildarligum vinadysti!

2. Tað praktiska. Øll vita at tað finnast ásettir FIFA dagar, nær landsdystir kunnu leikast. Sovorðnir dagar eru ikki nógvir í tali - men fyrru summarhálvuna í hvørjum líkaári er støðan hin mótsætta - flestar landskappingar standa stillar og lond, í øllum førum tey, sum eru við í HM og EM endakappingum, leika landsdystir. Tað er rættiliga greitt at einki at smálondunum, sum vóru nevnd áður, fer at vera upptikið í HM-endaspælinum í Brasilia í 2014 - burtursæð frá Íslandi, sum hevur ein ikki so fjaran møguleika fyri at gerast tað minsta landið nakrantíð í einum HM-endaspæli! Hetta merkir at kappingin kann skipast til dømis beint fyri HM-endaspælð, sum byrjar hósdagin 12.juni 2014. Fleiri vikur áðrenn eitt HM-endaspæl enda landskappingar í teimum flestu evropeisku londunum og tíðin er passalig til eina smálandakapping, meðan tey londini, sum skulu kappast um tað "ordiliga" heimsmeistaraheitið, fyrireika seg til HM og leika vinadystir.

Ein kann saktans ímynda sær eina kapping við fylgjandi skrá:

Bólkur A. Føroyar, Malta, Liktinstein, Gibraltar á Tórsvølli. Dystardagar: leygardagur 24.mai (16:00/19:00), týsdagur 27.mai (16:30/19:30), fríggjadagur 30.mai (3.umfar: samstundis Tórsvøllur/Svangaskarð, 18:30).
Bólkur B. Luksemborg, Ísland, Andorra, San Marino á Svangaskarði. Dystardagar: sunnudagur 25.mai (15:00/18:00), mikudagur 28.mai (16:30/19:30), leygardagur 31.mai (3.umfar: samstundis Tórsvøllur/Svangaskarð, 16:00).
1.hálvfinala: týsdagur 3.juni (19:00), Tórsvøllur
2.hálvfinala: mikudagur 4.juni (19:00), Svangaskarð
Finalan: leygardagur 7.juni (18:00), Tórsvøllur

At skipa fyri einari tílikari kapping hevði verið nógv lættari enn til dømis fyri oyggjarleikum - munandi færri luttakarar og bert tveir fótbóltsvøllir skulu til!

Tað eru møguliga nøkur, sum kunnu seta spurning við, um tað er rúm fyri einari nýggjari kapping í einum trongum kappingarári. Men ímyndið tykkum at Føroyar (ella fyri tann skyld okkurt av hinum møguligum luttakarum) høvdu kvalifiserað seg til eitt HM-endaspæl. Hvussu nógv hevði tað tikið av einum kappingarári? Hálvan annan mánað, sum minst. Her er talan um tvær vikur. Føroyska landsliðið luttók eisini í oyggjarleikunum á sinni (har eitt land sum Gibraltar blívir við at luttaka) og fór einans burturúr, tí at tað ítróttarliga støðið hjá øllum hinum var ov lágt. Luttøka í oyggjarleikunum tekur 2-3 vikur.

3. Tað fíggjarliga. Ferðing til eina kapping kostar einum fótbóltssambandi ikki meira enn ferðing til ein einstakan vinadyst - tað snýr seg bert um ferðaseðlar báðar vegir fyri eitt lið og fólk rundanum eitt lið. Hetta kunnu gestirnir saktans klára. Gisting við meira eigur at vera fyri rokning vertstjóðar - men talan er jú ikki um so stórar upphæddir - og hetta kann í øllum førum partvís dekkast við atgongumerkjasøluni - ein kann rokna við at áhugin fyri dystunum hjá føroyska landsliðnum man vera hampuliga stórur! Føroyar - Malta á Svangaskarði í 1997 eigur framvegis áskoðaramet í fótbóltssøgu Føroya - 6.642 gjaldandi!

Ja, Føroyar kunnu saktans vera undangongutjóð og skipa fyri hesari kappingini - har eru altjóða fótbóltsvøllir, gistingarhús, tilboð til útlendsk viðhaldsfólk... Eg ivist ikki í at ein slík fótbóltskapping millum evropeiskar smátjóðir hevði blivið til afturvendandi tiltak 4.hvørt ár - ella enntá 2.hvørtár, beint áðrenn HM- og EM-endaspøl, sovorðnar "fótbóltsoyggjarleikir" av sínum slagi.

Eg vil heita at Fótbóltssamband Føroya og øll tey áhugaðu fyri fótbólti og millumlanda samstarvi at hyggja gjølla at hesum møguleikanum fyri menning av føroyskum fótbólti - og umrøða hetta við fótbóltssambondini í Luksemborg, Malta, Íslandi, Andorra, Liktinstein, San Marino og Gibraltar. EM-smálandakappingin kann gerast veruleiki longu komandi ár - áhugi og vilji skulu til!