Nýggja krimisøgan hjá Steintóri Rasmussen, »Seytjandi maðurin«, verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16.30. Framløgan verður í Klingruni.
Signild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, sigur nøkur orð, og Kim Hansen syngur og spælir. Eisini verður møguleiki at hitta rithøvundan, og hann signerar sína aktuellu krimi-skaldsøgu.
Krimisøgan um »Seytjanda mannin« gongur fyri seg í politiska umhvørvinum í Føroyum. Politikari við avgerandi atkvøðu doyr í illgrunasamari ferðsluvanlukku, og kanningararbeiðið avdúkar gamlar syndir, svik, grind og politisk lokabrøgd.
»Seytjandi maðurin« er fjórða krimisøgan í røðini um bindiklubban úr Norðvík.