Nýggj nevnd veljast í Atlantic Petroleum

Atlantic Petroleum skal hava nevndarfund í næstum, har millum annað nýggja nevnd skal veljast.

 

David MacFarlane, Jan Müller og Knud H. Nørve hava sitið í nevndini, men hesuferð er skotið upp, at Birgir Durhuus, Charles Hendry og Ben Arabo skulu manna nevndina. Allir tríggir hava tikið við uppstilling til nevndina.

 

Atlantic Petroleum hevði eitt yvirskot eftir skatt á 12.4 milliónir í fjør. Ben Arabo, stjóri í felagnum, segði, at 2017 skuldi verða eitt ár, har felagið styrkti seg eftir fleiri tung ár. Millum annað hevur felagið selt sínir aktiv í Norra og eisini hevur felagið umskipað seg og verður rikið bíligar í dag.

 

Harumframt væntar Atlantic Petroleum, at tvær oljuboringar í Bretlandi fara at kasta pening av sær.