AT vit so eisini liggja so heppið fyri at vera á hálvari leið millum Ísland og meginlandið er nakað, sum eigur at koma okkum til góðar, og verður hesin strategiski fyrimunurin eisini fult troyttur, nú Smyril Line hevur gjørt av at byggja eitt spildurnýtt skip til at sigla í Norðuratlantshavi.
SOLEINGI tú er einsamallur at røkja slíka farleið, hevur tú eisini skyldur mótvegis teimum ferðandi og brúkaranum sum heild. Síðani DFDS gavst at sigla hevur Smyril Line verið einsamalt í hesi sigling, og nú fyritøkan fer undir eina so stóra nýggja íløgu tryggjar hon sær eftir øllum at døma eisini at vera einsamøll á hesi rutu í framtíðini. Nú kann ein siga, at tað hevði verið betri við kapping, men til tað er at siga, at skuldu tvey skip røkt siglingina, hevði neyvan nakað av teimum borið seg. Hinvegin vil Smyril Line framhaldandi fáa kapping frá loftferðsluni.
TAÐ er eisini gott og hugaligt at vita, at vit nú fáa eitt skip, sum fer at lúka øll krøv til trygdina á havinum. Hóast Norrøna lýkur hesi krøv í dag, so fer tann dagur at koma, tá skipið ikki ger tað longur. Vit mugu so eisini hugsa um, at Norrøna er heldur ikki gjørd til okkara farvatn. Nýggja skipið verður skræddaraseymað til siglingina, onkur skal hava tikið til, at hon er eitt sætt Hammer-design. Stjórin í fyritøkuni ÓLi Hammer kennur hesa sigling betri enn nakar, tí hann hevur bæði verið á brúnni á sjónum og á landi. Tí mugu vit seta okkara álit á, at hann saman við øðrum góðum fólkum hevur megnað at fáa tað rætta skipið til siglingina.
NÚ tað verður tosað um at fáa búskapinum fleiri bein at standa á, hevur eisini verið víst til ferðavinnuna sum eitt teirra. Og við nýggja skipinum ger Smyril Line sítt til at liva upp til henda setning.
TAÐ skal vera okkara vón, at hetta tiltakið fer at eydnast væl og ynskja vit Smyril Line og annars øllum føroyingum góða eydnu við nýggju Norrønu. børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.