Meinhard Jacobsen
????????????????
Undirritaði varð boðsendur til at koma við í eini sending í Útvarpi Føroya. Evni, ið skuldi umrøðast, var kappingarførið hjá flakavinnuni á landi.
Her má verða komin misskiljing í, tí nakrar viðmerkingar.
Í sendingini vísti undirritaði á, at á Føroya Fiskavirking (FFV) eru vit glað fyri okkara starvsfólk og avrik teirra.
Við at økja um bruttokostnaðin við tí ferð, ið hevur verði tey seinastu 6 árini, verður hetta at seta so stór krøv til effektivitetin á útflutningsvinnuni, at henda ikki verður kappingarfør. Tá ið kappingarførið er fokið, fara arbeiðsplássini at hvørva, og torført verður at finna onnur arbeiðspláss (2.000 - 3.000) ístaðin.
Av hesi orsøk er neyðugt við at meta um skipanina einaferð enn. Hvussu vit kunnu kappast við onnur.
Tað verður ferð eftir ferð ført fram, at lønarhækkaninar eru uppetnar av kostnaðar -hækkanum (skatti, dýrari vørum og avgjøldum). So hesin leistur sær ikki út til at hava givið gott úrslit.
Tað, sum sendingin segði, var, at lok má leggjast á lønarvøksturin fyri alt samfelagið - bæði alment og privat.
Umráðandi er, at starvsfólkini ikki minka í realløn, (tí eins og sagt í Degi og Viku 05-01-2004 "okkara starvsfólk fáa ikki ov mikið"). Reallønin kann vaksa við einum skatta- og avgjaldslætta.
Fyri útflutningsvinnuna er tað ikki líka mikið um reallønin veksur við bruttulønarvøkstri ella við skatta- og avgjaldslættan. Har er tað ein spurningur um lív ella deyð.
Fyri starvsfólkini er tað líkamikið. Eisini hevði hjálpt um innlendisveitarar og almennar tænastur høvdu verði altjóða kappingarførar.
Víst var á, at kostnaðarstøðið ikki bert er verkafólkið, men at tey oftast koma aftast í røðini, tá talan er um løn.
Tað almenna hevur økt sera nógv um virksemi bæði við íløgum og umsiting. Hetta hevur elvt til, at nógv fólk eru farin til tað almenna og aðrar ikki- útflutningsvinnur. Lønartrýstið er fyrst og fremst komið frá hesum. Hetta trýst hevur einki við fiskaprísir, kappingarføri, valuta v.m. at gera.
Í sendingini varð víst á, at við verandi gongd sær ikki gott út við kappingarførinum. Sagt var, at til verandi kostnaðarstøðið arbeiða nærum allir føroyingar ov seint til gera seg galdandi í kappingini. Hetta er galdandi fyri øll arbeiði og øll fólk alment sum privat.
Hetta sjónarmiðið førdi eg fram, og tað standi eg við.
Í Føroyum er tað so, at starvsfólkini í útflutningsvinnuni eru tey einastu, ið verða máld upp á sín effektivitet og eru helst tey, ið arbeiða mest fyri sína løn.
At ein ikki arbeiðir fyri sín kostnað, skal skiljast soleiðis, at um tú skalt útflyta vørur virkaðar í Føroyum, so er kostnaðurin her ov høgur samanborið við okkara grannar, fyri at okkara vørur kunnu kappast við teirra.
At trupulleikar eru við kappingarførinum er rættuliga sjónligt, við tað at flakavirkir liggja still, meðan stórar nøgdir av óviðgjørdum fiski fara av landinum.
Hvussu skjótt skal ein føroyingur arbeiða við verandi kostnaðarstøði, fyri at kostnaðurin fyri vøruna skal verða tann sami sum fyri ein granna ella útlending ?
Í flakavinnuni sær nøkurlunda soleiðis út:
1 Føroyingur skal arbeiða tað sama sum :
Ca. 1,5 Íslendari.
Ca. 1,9 Breti.
Ca. 50 Kinverjar.
Hetta er veruleikin.
Sí tekning!
Støðan lýst sum kapprenning millum grannar.
Hvør liggur best fyri ??
Hevur føroyingurin nakran møguleika ??.
Um vit ikki klára hesa ójøvnu kapping, hevur hetta einki við dugnaloysi, leti ella ikki at vera góð arbeiðskraft at gera. Hesar grundgevingar geva ikki meining.
Undirritaði hevur sagt og sigur, at á FFV eru vit væl nøgd við okkara starvsfólk og teirra arbeiði. Talan er um eitt gott avrik, men at byrðarnar, ið nú verða lagdar á starvsfólkini, eru nærum órealistiskar at klára.
Spurdur, um FFV heldur vilja hava útlendingar enn føroyingar, svaraði undirritaði, at vit vilja hava kvikar hendur til arbeiðis, helst føroyingar, og um vit ikki kunnu fáa nokk av føroyingum, so mugu vit innflyta tað, sum manglar í. Á FFV hava vit góðar royndir við føroyingum.
Á FFV er ikki kannað, hvør er kvikari føroyingar ella útlendingar. Hetta hevur ikki verði aktuelt og verður tað heldur ikki. Her verða øll starvsfólk viðfarin eins.
Undirritaði er stjóri á FFV og hevur ábyrgdina av, at fyritøkan gongur væl, og at starvsfólkini hava tað gott, og henda ábyrgd verður ikki løgd á onnur.
Gingið verður út frá, at Ingeborg og aðrir fakfelagsleiðarar eisini eru áhugaðir í, at arbeiðsplássini verða støðug og góð gjøgnum komandi torførar tíðir. Tí verður sagt frá, at verandi gongd í samfelagnum má broytast soleiðis at hetta verður møguligt.