GREINING: Arbeiðið hjá sitandi samgongu hevur í veruleikanum verið lammað seinastu vikurnar.
Orsøkin er, at tað ikki finst semja um nýskipan av fiskivinnuni og hetta mál forðar fyri so at siga øllum øðrum politiskum arbeiði.
Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, hevur sagt alment, at tveir av tinglimunum, sum umboða Javnaðarflokkin, klárt og týðuligt hava sagt, at teir ikki taka undir við uppskotinum um nýskipan, sum tað nú liggur í vinnunevndini.
Fyri at koma úr naggatódnini hava samgonguleiðararnir leita eftir onkrari hurð, so sleppast kann úr tí støðu samgongan er í. Nakað av fríggjarí hevur verið við Miðflokkin seinastu vikurnar og í kvøld fara flokkarnir til veruligar samgongusamráðingar. Samráðingar,sum hava til endamáls at fáa Miðflokkin upp í samgonguna og tann hátt sleppa undan at Bjarni Hammer og Kristin Michelsen forða fyri fiskivinnunýskipanini.
At víðka samgonguna verður eisini gjørt við tí fyri eyga, at sleppa undan at uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir stendur so sterk, tá ið endaligu samráðingarnar um fíggjarlógina skulu gerast.
Miðflokkurin er eftir øllum at døma ómetaliga spentur at sleppa upp í samgonguna. Sjálvt um flokkurin hevur verið í hørðum stríði við samgonguna, fyrst og fremst um hjánabandslógina, so tosaði formaður floksins í útvarpinum í kvøld sera nógv um fyrigeving. Ein ábending um at hyggja frameftir heldur enn aftureftir.
Sum vit skilja tað, so verður uppskotið um nýskipan broytt eitt sindur, so Miðflokkurin og kanska serliga Bill Justinussen kann taka undir við tí. Ein slík broyting fer at hava við sær, at uppskotið fer at líkjast ómetaliga nógv tí, sum suðuroyartingmennirnir hjá Javnaðarflokkinum krevja.
Hvat Miðflokkurin fær? Ivasamt, men vit hoyra at tað enn einaferð skal ganga út yvir Henrik Old, tí sum vit frætta, soe r ætlanin at Bill Justinussen, skal taka sær av samferðslumálaráðnum og Henrik Old fer tí aftur í tingið. Tað gongur so aftur út yvir Djóna Weihe Joensen, sum situr á ytsta stólinum hjá Javnaðarflokkinum á tingi.Verður tað so, at Bill Justinussen fer í landsstýrið, so er Karsten Hansen næst valdur hjá Miðflokkinum.
Hetta seinasta er tað sum vit hoyra, men undir samráðingunum kann sjálvandi nógv henda. Vit eru rættuliga viss í, at tað sum hendir nú og sum hevur tikið dik á seg síðani í gjár er, at Miðflokkurin og samgongan nú eru í seriøsum samráðingum.