Nýggj super-trio á Summar Festivalin

Ein trio uttan sín líka í føroyskum tónleiki. Frálíkir sangarar, framúr sangskrivarar og sera dugnaligir á palli. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen hava funnið saman til eina heilt serliga og eksklusiva framførslu á Summar Festivalinum. Teir fara at syngja og spæla sínar bestu sangir, og tað eru sanniliga sangir, ið fólk kenna aftur. Eyðun, Terji og Kim hava skrivað sangir sum 80’ini, Mítt Land, Eros, Eg flýggi til tónleikin, Meistarin og nógvar, nógvar aðrar sangir.

Teir hava drúgvar royndir sum tónleikarar á palli, og sum trio verða teir ikki tiknir. Komið og syngið við til nøkur av størstu hittunum í føroyskum popptónleiki! Framførslan hjá Eyðun, Terji og Kim verður á midnátt leygarkvøldið.