Longi hevur ljóðað, at nýggj útgáva við Terja Rasmussen og Føstufressum er á veg. Og longi hevur verið arbeitt við útgávuni og loksins er hon á gáttuni og væntast 4. november. Væntandi er nýggja útgávan at fáa tann 4.november í ár, altso um einar 3 vikur.
Fyri eini 20 árum síðani kom legendarisk útgáva við Terja og Føstufressum, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir.
Terji og tónleikaúrmælingarnir í Føstufressum komu við hesi útgávnuni við eini hini best umtóktu útgávuni í Føroyum nakrantíð. Innan farið varð um túsundáraskiftið, og inn í ár 2000, valdu lesarar og tónleikakøn hjá Sosialinum hesa útgávuna til aldarinnar útgávu.
Og tann útgávan stendur sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.
Men nú,mong ár seinni, koma Terji og Føstufressar aftur við eini útgávu, og ei undir í, at bíðað hevur verið við spenningi.
Og tann 4. november ber so til at hoyra úrslitið, tí tá kemur loksins næsta útgávan við Terja og Føstufressum.