Ein nýggj veljarakaning, sum varð kunngjørd í Bretlandi í gjárkvøldið hevur loypt rættiligan hvøkk á bretar. Kanningin, sum er gjørd uppundir valið í Bretlandi 6. mai, vísir nevniliga, at Labour flokkurin við Gordon Brown á odda, hevur verið í fríum falli seinastu dagarnar og hann er nú ikki so frægt sum næststørstur flokkur í Bretlandi longur.
Støðan er nevniliga tann, at seinastu dagarnar hava liberalu demokratarnir við Nick Glegg á odda, gjørt rætt rættiligt skarvslop framá, so at teir nú fáa undirtøku frá 30% av veljarunum.
Eygleiðarar siga, at framgongdin kemur serliga eftir at floksformaðurin stóð seg serstakliga væl í einum formansorðaskifti hósdagin.
Orðaskiftið hevur skapt politiska søgu tí stak óvæntaða veljarakanning vísir, at liberalu deomkratarnir yvirhála Labour flokkin. Sostatt hevur valstríðið í Bretlandi tikið eina púra óvæntaða vend.
Konservativi flokkurin er framvegis størstur við undirtøku frá 33% av veljarunum, samstundins sum Labour nú bara fær 28% og mitt ímillum liggja liberalu demokratarnir við 30% av atkvøðunum.