Hvørja dýnu skulu vit velja? Skal hon vera bílig ella dýr? Blandað dún og fjaðrar? Ella kanska við syntetiskari fyllu?
Ein góð dýna liggur tætt at holdinum alla náttina. Tí skalt tú velja eina dýnu, sum hóskar júst til tín. Hygg eftir merkinum frá Dansk Varefakta, tá tú velur, tí har fært tú greið boð um dýnuna.
Um dún
- kostnaðurin á einari dúndýnu liggur úr 500 krónum upp í nakrar túsund
- dún isolerar sera væl
- dún hitar betur enn fjaðrar av tí at dún inniheldur meira luft. Tað er luftin í fylluni, sum heldur kuldanum úti
- grátt og hvítt dún isolerar líka væl
- dunnudún og gásadún isolera líka væl
- viðhvørt er fyllan í dýnum endurnýtsla. Um dýnan hevur Dansk Varefakta merkið, skal standa um talan er um endurnýtta fyllu
- dýnan má einans seljast undir heitinum dúndýna, um 51% av vektini á fylluni er dún ella 85-90% av rúmmálinum er dún
- tað er týdingarmikið at lufta dýnuna um morgunin. Vit sveitta millum 2 og 5 dl hvørja nátt.
Um fjaðrar
- dýnur, har fyllan er blandað dún og fjaðrar, eru nógv bíligari enn dúndýnur
- 1 kg av høsnafjaðrum kosta einar 7 krónur, meðan 1 kg av dúni liggur millum 400 og 1000 krónur
- høsnafjaðrar kunnu verða knústir sundir, hakkaðir og rukkarðir, men teir smokka saman tá teir verða nýttir
- dýnur sum innihalda eina blanding av dúni og fjaðrum isolera ikki eins væl og dúndýnur
Um syntetiska fyllu
- dýnur við syntetiskari fyllu eru nógv bíligari enn dúndýnur
- ein syntetisk dýna isolerar líka væl sum ein dúndýna
- fyllan er av polyesterfibrum. Tey kunnu vera rullaði til smáar kúlur, sum kennast eins og dún. Fibrini kunnu eisini vera langir trevsar
- fólk við ovurviðkvæmi móti dusti kunnu nýta dýnur við syntetiskari fyllu, av tí at tær kunnu vaskast á 60 stigum. Hitin drepur dustmotturnar (støvmidurnar)
- dýnur við kunstigari fyllu upptaka langt ífrá so nógva vætu sum dúndýnur. Tí er heldur ikki neyðugt at lufta tær eins væl og dýnur við náttúrligari fyllu.
Um at vaska dýnur
- Tá dýnan skal vaskast, skalt tú fyrst viga hana. Hon skal viga eins nógv aftaná sum áðrenn
- Vaska hana í einari stórari maskinu, t.d. á vaskaríi
- Dýnur við dúni verða vaskaðar á 40 stigum
- Dýnur við syntetiskari fyllu verða vaskaðar á 60 stigum
- Turka dýnuna í turkitrumluni við miðal hita. Tað tekur okkurt um 1 1/2 tíma at turka eina dúndýnu og 1/2 tíma fyri eina syntetiska
- Tak dýnuna út av og á og brest fylluna sundur, so hon ikki vevjist saman
- At enda, viga dýnuna. Hon er turr, tá hon vigar tað sama sum áðrenn vask
Kelda: Forbrugerinformation
Lufta dýnurnar úti?
Spurningur
Er tað soleiðis, at vit ikki skulu lufta dýnurnar úti?
Svar
Húsmottur trívast best í fukti. Tí er tað ikki gott at heingja dýnurnar út tá luftin er slavin. Bíða til kuldin kemur - tá trýsið er høgt og himmalin høgur.
Um tú vilt koma húsmottunum til lívs, skalt tú lufta út í kamarinum oftani, stutt hvørja ferð. Til dømis 5-10 min. 2-3 ferðir hvørt samdøgur.
Um tú eigur ein vætumátara (hygrometur) eigur luftvætan at vera hægst 45% á veturi og 60-65% á sumri.
Um tú hevur ovurviðkvæmi, kanst tú vaska dýnuna og koddan av og á. Vaska á 60 stigum, soleiðis at allar húsmotturnar doyggja og syrg fyri at dýnan er heilt turr áðrenn hon verður tikin í nýtslu aftur.
Kelda: Forbrugerinformationen