Poppbólkurin Take That hevur júst gjørt eina nýggja jólafløgu lidna og sambært Gary Barlow er hetta besta fløgan nakrantíð hjá bólkinum.
Gary Barlow, Jason Orange, Mark Owen og Howard Donald spældu seinastu sangirnar inn í Los Angeles hósdagin og teir eru allir sera glaðir um arbeiði teirra og Gary vil enntá vera við, at lagið ?This Wonderful World? er tað besta, hann nakrantíð hevur skrivað.
- Teir eru allir sera ernir av fløguni. Seinasta fløgan teirra kláraði seg sera væl og teir hava tískil enn størri vónir um nýggju fløguna, sigur enn kelda við amerikanska blaðið The Sun.