Bátaeigarar
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at bøta um atløgumøguleikarnar hjá teimum størru glastrevjabátunum og øðrum størri bátum í Runavíkar kommunu.
Kommunan hevur nevniliga lagt út bátabrúgvar fram vegsíðuni undir Teymavirkinum í Saltangará, beint aftanfyri atløguplássið hjá gomlu sluppini, Høganes.
Gamalt alibrúk
Herman á Líknagøtu, vatnmeistari, sigur, at hetta í fysta lagi er eitt arbeiði, sum vatnverkið í kommununi hevur tikið sær av.
- Kommunan hevur keypt ein part av einum alibrúki, sum vit síðan hava sveisað saman til bátabrúgvar. Armarnir eru keyptir frá Kára Johannesen, og hetta vísir seg at rigga ógvuliga væl, sigur vatnmeistarin, Herman á Líknagøtu.
Hann vísir á, at nýggju atløguplássini undir Teymavirkinum eru ætlaði bátum, sum eru 33 føtur og størri.
9 bátapláss
- Vit hava lagt 8 brúgvar út, sum geva sjey pláss innanfyri armarnar og tvey pláss á ytru endunum. Sostatt verður pláss fyri 9 bátum við nýggju brúgvarnar, sigur hann.
Herman á Líknagøtu sigur, at fyrsti báturin legði til brúgvarnar seinasta leygardag.