Nýggjar barnabøkur og sangbók

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tvær barnabøkur og endurútgvið Starabókina, sum upprunaliga kom í 1965

?Nert og føl kettlingin? er bók til smærru børnini, ið er sansamennandi.

Í bókini úr pappi, kunnu børnini kenna og kína mjúka skinninum, hvøssu tunguni ella merkja hørðu skálina og ruflutu kurvina.

Óivað eitt gott gávuhugskot til børn, ið annars eru ovurviðkvom fyri kettuhárum.

Pauli Hansen týddi bókina úr enskum.


Álvur

Enn ein bók í røðini um Álv er komin. ?Lumpar tú pápa tín, Álvur?.

Heimskendi 5 ára gamli Álvur vil sleppa at spæla við amboðskassan hjá pápanum.

Hvussu skal hann fáa pápan at spæla við seg, og ikki bert sita og lesa í einum blað.

Børn og vaksin kenna seg aftur í søgunum um Álv. Fleiri flimir eru eisini um Álv.

Niels Jákup Thomsen hevur týtt bókina, sum er í litum og við stívari permu. Hon er 28 blaðsíður.



Starabókin

Sámal Petersen og J. Símun Hansen, lærarar í Klaksvík, løgdu fyrstu útgávuna av ?Sangbók til Skúlabrúks? tilrættis.

Hon kom í 1965. Fridtjof Joensen teknaði staran á permuni, ið gav bókini navnið ?Starabókin?. Sami stari er enn á permuni.

Onnur økta útgáva kom í 1989. Knút Olsen skipaði fyri sangunum, sum eru afturat í 2. útgávuni. Regin Debess prýddi við smámyndum. Bókin hevur verið vælumtókt og hevur verið útseld.

Nýggja útgávan er endurprent av av 2. útgávuni.

Í Starabókini eru 78 sangir, eldri og nýggjari. Í bókini finna vit mangar av kendastu barnasangum okkara.