Nú bert tíggju dagar eru til løgtingsvalið, eru flokkarnir farnir at gera um seg og fleiri kunngjørdu sínar valskráir í gjár.
Javnaðarflokkurin var fyrstur á fótum og boðaðu longu til tíðindafundar klokkan 8.30.
Heilt ítøkiliga sigur flokkurin millum annað:
Hallið á fíggjarlógini er 450 mió kr
Støðan er álvarsom, og gongdin MÁ vendast
Nógv ófíggjað vallyfti eru at síggja
Javnaðarflokkurin gevur EINKI lyfti, sum ikki er fíggjað
Yvirskipaða endamálið næstu árini er at skapa vøkstur
Tað verður ikki lætt men tað ber til
Skipa vit samfelagið rættari, verður tað eitt sindur lættari
Og býta vit byrðarnar rættari, verður tað eisini lættari
Eins og tá flokkurin legði skattaumleggingar uppskotið fram, nýtir Javnaðarflokkurin sloganið »Rættari og lættari« til sína valskrá.
Tey níggju høvuðspunktini hava øll við búskapin at gera, so ella so, og skulu øll bera fram til ein sterkari búskap.
Tey níggju punktini hjá Javnaðarflokkinum eru:
1. Skattaumlegging
2. Hækkaðar almennar íløgur
3. Húsalánsgrunnurin sum katalysatorur
4. Fiskivinnureformur
5. Arbeiðsmarknaðardepil
6. Økisjavningargrunnur
7. Rationalisering innan tað almenna
8. Pensiónsreformur
9. Íløgur í nýggjar orkukeldur