Níggju mánaðir í fongsul fyri harðskap

Ein maður, sum fleiri ferðir er fømdur fyri harðskap, hevur brúkt alla sína vælvild hjá dómaranum. Sjálvt kriminalforsorgin hevur givið skarvin yvir, so nú fall hamarin

Ein maður er nú dømdur at sita í fongsli í níggju mánaðir fyri harðskap.

Hann er skuldsettur fyri at hava sligið ein mann í andlitið minst tvær og fyri harafturat at hava sparkað hann undir síðuna og í ryggin minst tvær ferðir.

Hetta kostaði offrinum tvær framtenn.

Hann er eisini dømdur fyri at hava hótt henda sama mann eftir lívinum við tað, at hann segði honum, at hann hevði keypt byrsu og at hann skuldi fáa fyrsta skotið.

Tað er óvist, hvat hendi, men tað einasta, sum er greitt er, at nógv brennivín var uppi í.

Sjálvur viðgekk maðurin, at hann hevði sligið, men ikki at hann hevði hótt.

Hann segði, at hann varð blivin argaður og østur upp og kallaður konubukari. Tað varð eisini sligið upp í glens, at ein maður fyri kortum hevði skotið eftir honum í eini hending á Bursatanga, sum fekk nógva umrøðu í fjølmiðlunum.

Hann føldi seg trongdan og vildi bara sleppa út og tí hevði hann sligið frá sær.

Maðurin, sum var sligin, minstist ikki nógv, men hann segði, at hann var sligin uttan ávaring.


Ongin vælvild eftir

Dómarin trúði ákæraranum og teimum vitnum, sum høvdu sæð tilburðin.

Hetta er ein hørð revsing fyri harðskap, men orsøkin til hørðu revsingina er, at hann er dømdur fleiri ferðir fyrr fyri harðskap, eisini konubuking, hóttanir og annað.

Sjálvt kriminalforsorgin hevur boðað frá, at hann er ikki egnaður at vera undir eftirlitið av stovninum.

Seinast, hann var dømdur, boðaði rætturin honum frá, at hann skuldi fáa ein møguleika til at taka betri partar fyri seg og tí var hann partvís sloppin undan at sita.

Men tað hjálpti onki, tí hann gjørdi seg beinanvegin aftur sekan í harðskapi.

Og hesuferð gjørdi dómarin honum greitt, at hann hevði fingið alla ta vælvild, hann kundi fáa og tí varð hann dømdur at sita í níggju mánaðir.

Hann skal sita dómin av beinanvegin

Kortini fekk hann tey orðini við sær á vegnum, at hann vónandi fer í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu, tí tað er hvørja ferð, at rúsdrekka kemur upp í, at tað endar galið hjá honum.