Níggju nýggir barnafilmar í Norðurlandahúsinum

Børn hava gjørt níggju føroyskar stuttfilmar, sum verða sýndir í Norðurlandahúsinum á barnafestivalinum

Tá freistin at lata filmar inn til ”Børn gera film” verkætlanina hjá Norðurlandahúsinum var av farna fríggjadag, vóru níggju stuttfilmar komnir inn.

 

Børnini, sum hava gjørt filmarnar, eru millum 5 og 13 ár, og filmarnir hava allir eitt norðurlendskt tema. Nógvar ymsar filmsgreinar eru umboðaðar: Alt frá ”stop motion” til aktionfilm, frá mat sending til heimildarfilm.

 

Stuttfilmarnir verða vístir í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum allan barnafestivalin, sum er 7.-15. apríl. Sí skránna á nlh.fo.