Nýggjur Corsa ? líkist sær sjálvum uttaná

Corsa er ein av best umtóktu Opel bilum. Fyrsti Corsa kom á marknaðin í 1983, og framleiddir eru meira enn 9 milliónir bilar síðan tá. Hesin seinasti er triðja ættarlið av Corsa.

Bilar

Magnus Gunnarsson



Størri bilur

Hóast hesin nýggi Corsa líkist tí fyrra, er talan um ein heilt nýggjan og rúmligari bil.

Av tí at tann fyrri Corsa bleiv ein ?succes?, hava teir ikki vilja broytt útsjóndina ov nógv. Størsta broytingin í útsjóndini er aftan, har baklyktirnar eru á hædd við

bakrútin, sum á t.d. Ford Focus. Hesin nýggi er ein størri og betri bilur, ið er rúmligari, meira ljóðleysur, og hevur sera góðar koyrieginleikar.


Nógv trygdarútgerð

Bilurin er góður at sita í, alt virkar væl, instrumentini eru týðulig, og alt er lætt at umgangast. Corsa hevur somu trygdarútgerð sum vanliga er í størri bilum, við t.d. aktivum nakkapútum, dupultum airbag, síðuairbag og trygdarbjálkar í hurðunum. Skipanin við hurðalásunum er sera trygg, og ringt verður at bróta inn í ein Corsa, ið eisini hevur eina effektiva startsperru.


Easytronic

Umframt manuelt og automatiskt gear, fæst Corsa eisini við Easytronic, ið bæði er manuelt og automatiskt gear. Við Easytronic ber til hjá bilføraranum at skifta gear við at koyra undir gearstongina frameftir til hægri gear, og aftureftir til lægri gear, ella hann velur at koyra heilautomatiskt.


Seks motorstøddir

Íalt eru seks motorar at velja í, fýra bensin og tveir diesel, sum allar lúka tey strongu krøvini til dálking í 2005. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,0 litur / 58 hk, 1,2 litur / 75 hk, 1,4 litur / 90 hk, 1,8 litur / 125 hk, og dieselmotorarnir eru 1,7 D / 65 hk og 1,7 TD / 75 hk. Corsa frá 1,4 l motorinum og uppeftir hava elektriska servostýring sum standard. Bilurin á myndunum er ein 1,4 litur Sport við 90 hk. Hann hevur til dømis tokulyktir framman, radio við fløguspælara, hvít instrumentir, alu-look panelir og gearknøtt, umframt vanligu standardútgerðina.

Corsa verða gjørdir við 3 og 5 hurðum, og fáast í útgávunum Family, ið er standard útgávan, Comfort, Sport, Elegance og GSi. Corsa hevur 12 ára garanti móti gjøgnumtering.