Nýggjur føroyskur flaggdagur

Hvor svært kan det være, freistast man at spyrja.

Tað vóru ikki bara Børsen og dómarin her í Føroyum, sum komu í rasshaft av, at danskir stovnar skuldu flagga við Merkinum á ólavsøku.

 

Sum myndir í gjár vístu, høvdu bæði Børsen og dómarin her í Føroyum fingið eitt skeiv flagg. Tey hildu tað vist vera føroyska flaggið, men sum gløggi eygleiðarin sá, vóru litirnir umbýttir. Spurningurin er, hvussu nógvar av teimum 638 almennu flaggstongunum í danska ríkinum, hava í gjár flaggað við fremmanda flagginum.

 

Tað eru tó ikki bara fløggunum, tað er galið við.

 

Í gjár skrivaði Fólkatingið á síni heimasíðu, at orsøkin til, at flaggað varð við Merkinum, var at 29. juli var nýggji almenni flaggdagurin fyri Føroyar. Flaggdagur er, vónandi, enn sum áður 25. apríl. Um ikki annað, so var Merkið vundið á stong uttan fyri Fólkatingið og ikki hin fremmandi klúturin. Í øllum førum, tá hendan myndin var tikin.

 

Longu fyri einum mánað síðani fekk Miðlahúsið bræv frá donskum tíðindastovum um, at 29. juni kundu teir vita okkum myndir av, at danskir stovnar fóru at flagga við Merkinum. Tá mintu vit tey vinaliga á, at flaggdagur er 25. apríl og at annars var tað á ólavsøku, 29. juli, at donsku stovnarnir skuldu flagga við Merkinum.

 

Eitt er vist, Lars Løkke Rasmussen og Margreta, drotning, høvdu rætt, tá tey hvør í sínum lagi seinastu tíðina hava sagt, at kunnleikin um Føroyar er ov lítil í Danmark.