Tað segði Hanus Hansen, reiðari í JFK samtakinum, á vinnuliga kjakinum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Gongst sum Hanus Hansen ætlar, verður nýbygningurin á Klaksvík á Sjómannadøgunum í august 2022.
Nýbygningurin, sum kemur í staðin fyri Gadus, er flakatrolari, ið eisini kann virka alt av fiskinum umborð.
Hanus Hansen, reiðari, segði, at tað var helst alivinnan, sum nú hevði gjørt hendan møguleikan at taka mjøl og olju við til lands.
Reiðaríið hevur lagt seg eftir, at skipið skal vera sera umhvørvisvinarligt, og at manningin fær bestu umstøðurnar umborð.
Nýggi Gadus verður nakrar og 80 metrar langur og 18 metrar breiður. Skipið verður eitt tað størsta av sínum slag.
Við nýggja Gadus vera 32 mans, sum er sama manningartal, sum er umborð á núverandi Gadus.
JFK-samtakið hevur í løtuni rættindi til umleið 47 prosent av føroysku kvotunum av botnfiski í Barentshavinum. Nýggja sjófeingislógin ásetir, at hesi rættindi eru galdandi í 12 ár.
Verandi Gadus er bygdur í 1987, og kom í føroyska flotan í 2010.
##med2##