Nýggjur handil við stórum úrvali av filmum

Bogi Olsen, sum leygardagin læt upp nýggjan handil við filmum til útleiging, hevur størsta úrval av sínum slagi á Skálafjørðinum.

Handil

Tey, sum leiga videofilmar og fløgur út í Eysturoy, hava nú fingið ein nýggjan kappingarneyta.
Síðsta leygardag læt snotuligi handilin við tí geniala navninum, C-it, upp í gamla Oyrahandlinum á Toftum. Eigari av handlinum er 28 ára gamli saltnesmaðurin, Bogi Olsen, ið annars arbeiðir sum sølumaður.
Hann leigar hølini frá Sigurdi Højgaard á Toftum og versoninum, Jan Mohr í Fuglafirði.
Bogi hevur sjálvur og við hjálp frá pápa sínum, Karl, ið er timburmaður, innrættað sær hølini og sett tey í stand.


Stórt úrval

Spenningurin var stórur hendan dagin, handilin skuldi lata upp kl. 17, og ein hópur av fólki stukku inn á gólvið.
Bogi sigur, at úrvalið av filmum er stórt, og her eru bæði vanligir video-filmar og DVD-filmar, ið eru filmar á fløgu.
Hvussu stórt úrvalið er, vil hann ikki siga ítøkiliga, men vit skilja, at hetta er størsta úrval av videofilmur og fløgum á Skálafjørðinum.
- Vit hava filmar til allar aldursbólkar, bæði spenningsfilmar, dramafilmar,
stuttleikafilmar og barnafilmar, sigur Bogi.
Hann vísir á, at C-it fer at fáa nýggjar filmar heim hvørja viku, og tí verður tað altíð áhugavert at vitja handilin, um tú ætlar tær at leiga ein góðan film.


Kioskvørur

- Enn er handilin so nýggjur, men eg haldi, eg havi rakt seymin á høvdið. Fyrstu dagarnir hava víst, at tørvur er á einum handli, sum hevur eitt stórt og fjølbroytt úrval av videofilmum, sigur Bogi Olsen.
Umframt útleiging av filmum, selir C-it eisini ymisk sløg av chipsi og poppkorni, nakað av góðgæti og sodavatn, ið vanliga verða nýtt til filmshugna.
C-it er opin frá sunnudegi til hósdag frá kl. 17-23 og fríggjadag og leygardag frá kl. 17-23.30.