Nýggjur Hyundai í 2007

Á altjóða bilaframsýningini í Paris fyrst í oktober sýndu Hyundai ein heilt nýggjan bil í miðalklassanum. Talan er um konseptbilin Arnejs.

Bilurin, sum er teknaður á designsentrinum hjá Hyundai í Russelheim í Týsklandi, kemur vændandi á marknaðin miðskeiðis í 2007. Hyundai vænta at økja munandi um sín marknaðarpart í Evropa við hesum bilinum. 
 
Enn er ikki avgjørt, hvat endaliga navnið verður á nýggja bilinum. Talan er um ein hatchback við 5 hurðum
 
www.hyundai.dk