Nýggja felagið hjá John Petersen, Holstebro ? ella HB ? sum spælir í triðbestu donsku røðini, hevur nú fingið enn ein álopsleikara til felagið. Talan er um Morten Bang, sum hóast álopskenda eftirnavnið ikki hevur spælt tað stóra fyri oddaliðið í deildini, Brabrand. Bang verður lýstur sum ein kvikur og vandamikil leikari, og roknað verður tí við, at hann fer at hóska væl saman við John Petersen í nýggja álopinum hjá HB.