Nýggjur og væl gjørdur Audi A3

Audi A3, ið fyrstu ferð kom á marknaðin í 1996, er nú avloystur av einum nýggjum A3. Bilurin er, sum man kann vænta tað av einum Audi, gjøgnumførdur og væl gjørdur heilt niður í smálutir

Tá vit tosa um pappír, er A3 størri enn A4, men hjá Audi er A3 minni enn A4.
Audi A3 er ein bilur sum ikki beinleiðis kappast í prísi við aðrar bilar í somu stødd men heldur í gjøgnumførdum kvaliteti, har alt so at siga er perfekt, heilt niður í smálutir.
Hóast nýggi Audi A3 líkist sær sjálvum, er talan um ein størri bil við meira sportligum designi og koyrieginleikum. Undirvognurin er soleiðis gjørdur at bilurin hevur sportligar koyrieginleikar og betri stabilitet í svingum. Hetta merkist væl, við tað at bilurin koyrir sum ein dreymur undir øllum umstøðum bæði á góðum vegi og á ósløttum, tað er eins og at koyra ein munandi størri bil. A3 hevur "multilink-bakaksil" og møguleika fyri 4x4 Quattro í dýrari útgáv-unum.
Í grundútgávuni hevur A3 ein 1,6 litur bensinmotor við 102 hk, síðan fæst hann eisini við einum 2,0 litur FSI bensinmotori við 150 hk og einum 3,2 litur einum TDI diesel-motori við 140 hk.
Attraction, Ambition og Ambiente
Innan er A3 nú meira sportligur við sportsetrum og alu-look luftdysum á instrumentborðinum og eini smartari og praktiskari gardanboks. Tað fellur í eyguni hvussu væl gjørt alt er. Sum nakað nýtt kemur A3 nú við elektromekaniskum róðurgreiðum og servostýring, sum tillagar seg ferðina. Fyri at lætta um hjá teimum ferðandi á baksetrunum at sleppa inn og út, hevur forsetrið eina "Easy-entry" funktión, har stólaryggurin og setrið automatiskt fara so langt fram, at lætt er at koma inn og út .
A3 fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur, grundútgávan er Attraction, sportútgávan er Ambition og Ambiente er luksus-útgávan. Aktivar nakkapútur, airbag framman, í síðunum og høvuðairbag til tey ferðandi framman og aftan, 16" hjól og manuelt klimaanlegg er standard. Hann er eisini útgjørdur við elektroniskum stabilitetsprogrammi (ESP) og bremsuassistenti.
Í fyrstu atløgu verður A3 bert gjørdur við trimum hurðum, men síðst í 2004 kemur hann eisini við fimm hurðum.

???????

Audi A3 1,6 Attraction
Motorurin1,6 litur 4 syl. besnin 102 hk
0-100 km/t11,9 sek.
Bensinnýtsla 13,9 - 14,3 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd420,3 cm
Breidd176,5 cm
Hædd142,1 cm
Eginvekt1205 kg
Viðførisrúm350 litrar
Prísurkr. 222.000,-
SøluumboðBilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.audi-vw.net