Nýggjur Opel Corsa í oktober

Á bilaframsýningini The British International Motor Show sum verður í London frá 18. til 30. juli verður heimspremiera av einum heilt nýggjum Opel Corsa, sum kemur á marknaðin í oktober

Í mong ártíggir var Opel Kadett (nú Astra) tann minsti Opel, men í 1982 kom so Corsa, sum síðan hevur verið tann minsti Opel á marknaðinum. Men hvørja ferð eitt nýtt modell av Corsa kemur á marknaðin, er bilurin vaksin nakað, og nú Corsa kemur í fjórðu generatión, er hesin eisini størri enn forgangarin, 17 cm longri, 6 cm breiðari og 5 cm hægri.
 
Corsa hevur altíð verið góð søluvøra. Síðan 1982 eru 9,4 milliónir Opel Corsa seldir.
Nýggi Corsa hevur heilt nýtt design og minnir á ongan hátt um forgangarin. Hesin sær meira út sum ein coupé.
 
Tríggir bensin- og tríggir dieselmotorar verða at velja ímillum, har tann størsti CDTI-dieselmotorurin verður 1,7 litur við 125 hk.
 
Nýggi Corsa fæst við nógvari ymiskari framkomnari elektroniskari útgerð sum t.d. radio og fløguspælara við MP3-spælara, fartelefon við stemmustýring og Bluetooth sambandi og elektroniskum dekktrýstmátara. Eisini fæst panorama sóltak sum eykaútgerð.