Leikararnir úr sendirøðini Friends fara langt um leingi at hittast aftur fyri at gera ein nýggjan part av Friends. Tað váttar Warner Media, sum skal framleiða nýggja partin.
Friends telist millum heimsins absolutt mest fólkakæru sendirøðir. Tað eru næstan 16 ár síðan, at seinasti parturin av Friends kom út.
Síðan tá hava fjepparar bíðað við vón og biddað um, at teir góðu vinirnir fara at finna saman aftur. Leysatíðindi hava verið um ein nýggjan part síðan november - og nú verður tað so endiliga, at Monica, Chandler, Ross, Rachel, Joey og Phoebe finna saman aftur.
Nýggi Friends-parturin verður tøkur á stroymingstænastuni HBO Max, har allir hinir 236 partarnir eisini vera. Væntað verður, at nýggi parturin fer at eita “The One Where They Get Back Together”.
Sjónleikararnir úr sendirøðini hava lagt mynd út á sín Instagram-vanga av øllum vinunum við tekstinum “It’s happening…”. Myndirnar tala fyri seg.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##