Nýggjur portalur til ungar norðurlendingar

Klokkan 14 í dag verður norðurlendskur portalur lanseraður í Norðurlandahúsinum. Portalurin er fyrst og fremst ætlaður ungum millum 10-14 ár Shamanir í Samalandi. Ræðuligar avrættingar í Svøríki. Jøklar í Noregi. Stórveldisdreymar í Danmark. Eksotiskur matur í Grønlandi. 6500 oyggjar í Álandi.

Gosfjøll í Íslandi. Óljuleiting í Føroyum...

Alt hetta finnur tú vitan um á nýggja webportalinum ?Norden før og nu?, sum DR

setir á stovn saman við Nordisk Ministerråd, og har Kringvarp Føroya eisini luttekur við føroyskum tilfari.

Portalurin er lagdur tilrættis fyrst og fremst fyri 10 - 14 ára gomul og inniheldur

sjónvarpsstubbar, stuttligar stuttfilmar, smærri greinar, fakta og spennandi sagnir

um Norðurlond. Alt er klárt at nýta í undirvísing ella sum íblástur og tilfar til

stílar og uppgávur.

?Tað hevur eydnast okkum at skapa eitt stað á alnótini, har børn og ung kunnu heinta vitan um Norðurlond. Tað er okkara vón, at skúlar í øllum Norðurlondum verða varir við, at her er einastandandi tilfar framleitt, klárt at nýta í undirvísingini?, sigur Halldor Ásgrímsson, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum.?

Public service stovnarnir í teimum stóru Norðurlondunum hava framleitt ?Norden før

og nu? við eykatilfari frá kringvørpunum í sjálstýrandi økjunum. Portalurin verður

lanseraður í øllum norðurlondunum várið og summarið 2009.

?Norden før og nu? verður lanserað í Norðurlandahúsinum millum klokkan 14-16 í dag, og verður nógv gjørt burturúr. Skúlabørn fara at royna portalin, Ladyfire fer at spæla tónleik, ung úr Hóps fara at dansa.

Adressan á nýggja portalinum er www.dr.dk/norden