Ein heilt nýggjur Renault Laguna kemur á marknaðin fyrst í 2008. Talan er um ein bil, ið eins og forgangarin kemur bæði sum sedan og stationcar.
Við eini longd upp á 4,69 m er nýggi Laguna 10 cm longri enn forgangarin og eisini rúmligari. Designið er eyðkent Renault og minnir nakað um Renault Mégane í sedan útgávuni.
Seinastu nógvu árini hava Renault fingið toppkarakter í evropeisku EuroNCAP krasj- og trygdartestum, og sambært Renault eru bæði aktiva og passiva trygdin í nýggja Laguna millum tær bestu í klassanum.
Laguna fæst frá byrjan av við fleiri bensin- og dieselmotorum í ymiskum støddum, m.a. 2.0 dCi (diesel) frá 130 til 175 hk umframt einum sera økonomiskum og umhvørvisvinarligum 1.5 dCi motori við 110 hk og koyrir 19,6 km/l. Allir motorarir eru umhvørvisvinarligir og lúka tey strangastu ES-krøvini um dálking..
Nógv er gjørt burturúr kvalitetinum, og komfortinum er á høgum støði. Nýggi Laguna hevur heimspremieru í bilaframsýningini í Frankfurt í september og kemur í marknaðin fyrst í 2008, verður sagt í tíðindaskrivi frá Renault.