Á felags kirkjuráðsfundi mikukvøldið innstillaðu kirkjuráðini Mariu Jørðdal Niclasen til kallið sum sóknarprestur Eystan Múla.
Tað skrivar Sosialurin í dag.
Tá ið innstillingin er einmælt ásetur lógin, at avgerðin hjá kirkjuráðnunum skal verða fylgd. Tað er tó landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd.
Maria Jørðdal Niclasen verður prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 27. januar næsta ár.
Eina vikiu seinni verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur Eystan Múla við gudstænastu í Viðareiðis kirkju. Tað er dómprósturin, sum skipar komandi prestin í kallið.
Prestgjaldið fevnir um Viðareiði, Hvannasund, Hattarvík, Svínoy og Kirkju.