Nýggjur Íslendskur sleipibátur á Havnini

Týsdagin kom íslendskur sleipibátur, sum íslendingar hava latið byggja í Póllandi, á Havnina - á veg til Íslands

Sleipibátur

Ísafjørður í Íslandi fær nýggjan sleipi- og loðsbát, sum teir hava latið byggja í Póllandi.
Báturin kom á Havnina úr Póllandi á veg til Íslands týsdagin, og nú bíða teir báðir, sum við eru, eftir betri veðurlíkindum.
Við bátinum eru havnameistarin á Ísafirði og ein maður, sum hann hevur við sær á longu ferðini.
Á veg heim úr Póllandi hevur báturin steðgað ymsastaðni, og nú loyst verður aftur í Føroyum, er seinasti teinurin upp til Íslands eftir.
Íslendski sleipibáturin kostar beint undir 5 miljónir krónur og tey, sum kenna til bygging av slíkum bátum, siga, at hetta er ein góður handil fyri íslendingar.
Sleipibáturin er slakar 15 metrar langur, og hann hevur eina 1000 hk. maskinu, sum gevur eina tógmesi upp á 14,5 tons.