Tað hevur í summar verið fitt av ófriði um Manchester United-venjaran, José Mourinho, og tað hevur ikki hjálpt upp á sakina, at Manchester-felagið hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið í Premier League við tapum fyri Tottenham og Brighton í trimum teimum fyrstu umførunum.
Eftir 3-0-tapið fyri Tottenham mánakvøldið líktist tað eisini einum trýstum José Mourinho, sum á tíðindafundinum eftir dystin rýmdi og segði seg krevja virðing, tí at hann hevði vunnið fleiri Premier League-meistaraheiti enn allir hinir núverandi venjararnir í deildini hava gjørt tilsamans.
Veddingarfyritøkur meta, at José Mourinho er favorittur at vera næsti venjari í Premier League, sum fær sekkin. Eitt nú bjóðar Danske Spil odds 1,57 upp á at hann er farin frá sum venjari áðrenn nýggjár, og einans odds 1,28 upp á at hann er farin frá sum venjari í seinasta lagi tá ið hetta kappingarárið er av.
Um José Mourinho fer frá sum venjari, so er tað serliga ein venjari, sum er stórur favorittur at taka við sum nýggjur venjari í Manchester United. Tað er Zinedine Zidane, sum í mai legði frá sær sum venjari í Real Madrid.
- At skifta venjara í ótíð kann vera ein trupulleiki í einum so stórum felagi sum Manchester United, tí tað er sjáldan nøkur stór nøvn eftir á marknaðinum. Zidane er ein av teimum fáu, sum hevur bæði navnið og avrikini til at taka við, og samstundis er Manchester United eitt av fáu feløgunum, sum er nóg stórt til at vera áhugaverd fyri hann, sigur Niklas Nürnberg, odds-setari hjá Bet25, við heimasíðuna BetXpert.