Tað ber á rætta borðið í menningini av framtíðar landsliðsspælarum í føroyskum fótbólti. Hetta er sjón fyri søgn í fyrstu úttøkuni til U-18 landsliðsvenjingina, sum verður annað vikuskiftið á Svangaskarði.
Meiri enn helmingurin av spælarunum, sum fyrr í vikuni fingu bræv frá Jógvani Martin Olsen, venjara, um at møta fríggjadagin 18. februar klokkan 18, hava altjóða royndir. Tað vil við øðrum orðum siga, at spælararnir vita longu nú, teir so smátt eru farnir at fyrireika seg til landsliðsárið, vita teir, hvat fer at verða kravt av teimum, og tað er sjálvsagt ein ógvuliga stórur fyrimunur.
Hópurin
Í 1998 spældi U-16 landsliðið í NM kapping í Íslandi og í EM undankapping í Føroyum. Tá vóru nógvir av teimum, sum nú skulu venja við U-18 liðnum, á U?16 landsliðnum. Nú eru teir so mikið tilkomnir, at teir hava aldur at spæla í vaksnamannadeildunum samstundis sum teir í summar fara at seta dám á unglingaliðini.
Teir nítjan spælararnir, sum hava fingið boð at møta til venjingar eru Pól Næs Joensen og Niels Joensen, B36, Jann Ingi Petersen og Kristian Poulsen, B68, Elfinn Ørvarodd, SÍF, Jack Johansen, MB, Arnold Berg, Skála, Áki L. Hansen, Fróði Jóanesarson, Bergur Djurhuus og Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Bjarni Jørgensen, Vagnur M, Mortensen og Jón Rói Jacobsen, HB, Atli Danielsen, Símun Joensen, Kristian á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Kartin Joensen úr KÍ.
Skráin
Tey seinnu árini hevur ikki verið gjørt so nógv við venjingina hjá U-18 landsliðnum so tíðliga á árinum. Vanliga hava teir ikki vant saman fyrrenn eftir summarsteðgin, og so hava teir luttikið í EM undankapping eina ferð í oktober.
Í ár er hetta øðrvísi, og tað kemst av, at avbjóðingarnar eru fleiri, enn tær hava verið undanfarin ár. Spælararnir hava longu verið saman eina ferð ? 22. januar ? og sambært fyribilsskránni skulu teir hittast aftur til venjingar 17. og 18. mars, og í mai og juni er ætlanin, at teir skulu venja fleiri ferðir, og at teir skulu spæla fleiri venjingardystir.
Í tíðarskeiðnum frá 3. og til 8. juli skal U?18 landsliðið taka lut í einari altjóða kapping í Leipzig í Týskalandi. Í august og september er aftur ætlanin at skipa fyri felags venjingum og venjingardystum, og í oktober verður so stóra avbjóðingin á skránni.
Tá skal landsliðið luttaka í EM undankapping í Italia. Hini liðini í bólkinum eru Italia, Ongland og Andorra. Skráin hjá føroyska liðnum sær soleiðis út: 7. oktober verður Italia mótstøðuliðið, 9. oktober verður spælt ímóti Onglandi, og 11. oktober verður spælt ímóti Andorra.
Talan er um velduga avbjóðing. Fótbóltssambandið tykist hava lagt eina skilagóða venjingar? og dystarskrá, og so eru tað venjarin og spælararnir, sum hava ábyrgdina av at arbeiða so miðvíst og skilagott, at tað besta fer at spyrjast burturúr.