Arbeiðsloysið í ES-londunum veksur støðugt. Tølini fyri januar vísa, at tá var arbeiðsloysið 9,5 prosent, og tað var 0,8 prosentstig meiri enn fyri einum ári síðani. Tað merkir, at 22,9 milliónir ES-borgarar eru arbeiðsleysir.
Arbeiðsloysið er sera ymiskt frá einum landi til annað. Í Letlandi er tað heilt uppi á 23 prosentum, í Spania er tað 19 prosent, men í Eysturríki og Niðurlondum er tað niðri á ávikavist 5,3 og 4,2 prosentum.
Tann størsti vøksturin í arbeiðsloysinum tað seinasta árið hevur verið í Letlandi, meðan tann minsti vøksturin hevur verið í Týsklandi.