Vit fegnast um, at talið á teimum ungu, sum lata lív í ferðsluvanlukku í Føroyum, er fallið munandi hesi seinastu árini.
Tað staðfesti Brynhild Høgnadóttir stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Men samstundis staðfestir hon, at talið skal sjálvandi skal longur niður.
Brynhild Høgnadóttir vísir á, at tølini vísa, at nú doyggja børn og ung ikki í sama mun í ferðsluni, sum fyri 20-30 árum síðani. Hinvegin er parturin av eldri og gomlum ferðsluoffrum vaksin.
Í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1995 doyðu 33 fólk ímillum 15 og 24 ár í ferðsluni í Føroyum. Tey næstu tíggju árini, frá 1996 til 2005, doyðu 21 fólk í ferðsluni í hesum aldursbólkinum, og í tíggjuáraskeiðnum frá 2006 til 2015 doyðu seks fólk í aldursbólkinum 15 til 24 ár í ferðsluni.
– Hetta er eitt ógvusligt fall, staðfestir Brynhild Høgnadóttir.
Tað hevur annars verið í hesum aldursbólkinum, har nógv flest eru deyð í ferðsluni, men hesi seinastu árini, er býtið ímillum aldursbólkarnar vorðið nógv javnari, og nú eru tað afturfyri heldur fleiri eldri fólk, sum lata lív í ferðsluni.
Stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd fegnast um, at talið á ungum ferðsluoffrum er fallið so nógv, men hon staðfestir, at sjálvsagt skal talið enn longur niður.
Tey halda, at orsøkin til tað stóra fallið, eru øll tey miðvísu átøkini, har endamálið hevur verið at lagt at ávirka atferðina hjá teimum ungu.
– Tey hava fingið størri virðing fyri atferð í ferðsluni. Fleiri brúka trygdarbelti og alsamt fleiri ung taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring, sigur Brynhild Høgnadóttir.
– Rúsdrekka er tó framvegis ein avgerðandi lutur í teimum álvarsligu vanlukkunum, leggur hon afturat.
Eitt nú halda tey í Ferðslutrygd, at ferðsludagarnir, sum allir 8. flokkar hava verið bodnir til í nú 19 ár, eiga sín lut í minkaða talinum av ungum ferðsluoffrum.
Les eisini: Vit gráta og syrgja - men gloyma alt ov skjótt
– Føroyar er einasta Norðurland, sum ár um ár røkkur einum heilum árgangi við ferðsludøgum, leggur stjórin afturat.
Men hon heldur eisini, at tað hevur havt ein avgerðandi týdning, at bæði vegir og bilar eru vorðnir tryggari seinnu árini.