Nógv heilsufremjandi evni í tvøsti

Tað er serliga nógv selen í tvøsti, sum er evnafrøðiliga bundið í samrunar, ið forða fyri, at lívstýðandi mýl verða niðurbrotin og sum reinsa eiturevni úr kroppinum.

Hetta staðfestir Hóraldur Joensen, ph.d., lektari í evnafrøði, á náttúruvísindaligu deildini á Fróðskaparsetrinum.

Hann staðfestir, at tey skaðiligi evnini í grind eru væl kannað, men tey heilsugóðu evnini hava vit gjørt alt ov lítið fyri at kanna.

- Her á landi er fíggjarlig orka ongantíð sett av til at gera eina heildar-heilsumeting av fyrimunum og vansum av at eta tvøst og spik.

- Fleiri kanningar, har tær flestu eru gjørdar uttanlands, vísa tó, at mong heilsugóð evni eru at finna í tvøsti.

Talan er um fleiri evni, eitt nú carnitin, taurin og fleiri selen-samrunar.

- Selen í hóskandi nøgd (55 mikrogram/dag) er neyðugt fyri mannakroppin. Selen virkar móti krabbameini, økir livialdurin, styrkir immunskipanina, mennir mentalt virksemi, hjálpir móti hjartasjúkum, avmarkar ovurfiti, verjir móti virus, fær endocrinar kertlar í javnvág, mennir sáðkyknuframleiðslu og nøringarevni, minkar møguleikan fyri burðarsliti, mótvirkar astma, gikt og cystiskari fibrosu. Selen-trot kann harafturat føra til serligan form fyri dvørgvøkstur.

Hóraldur Joensen sigur, at tað er serliga nógv selen í tvøsti.

- Mátingar vísa, at í ráðum toskaflaki eru 28 mikrogram/100g av seleni og í feskum tvøsti eru 185 mikrogram/100g.

- Harafturat vísa kanningar, at selen-rík føði førir til selen-ríkaðan vevnað, ið virkar ímóti eitran av methyl-kyksilvur.

Evnafrøðingurin vísir á, at í 2010 kunngjørdi WHO og FAO kanningúrslit av fyrimunum og vansum av at eta fisk og fiskavørur.

- Orsøkin til hesa kanning var stóri ivin um, hvussu heilsugóður fiskur er, eftir at gransking ferð eftir ferð hevur víst, at flestu marinu fiskasløg eru meira og minni dálkaði við eiturevnum.

- Úrslitið var, at tað er skaðiligari ikki at eta fisk enn at eta fisk.

- Kanningar í Englandi hava víst, at kvinnur, ið av ótta fyri dálking, hildu seg frá fiski og fiskamati meðan tær vóru við barn, fingu børn við mentalum menningartarni, sum er mett at vera 60 ferðir verri enn ringasta grand og brek av at eta grind og spik í Føroyum, sigur Hóraldur Joensen, sum myndin er av.