Útivið fimti hvør bilførari í Føroyum sigur seg seinastu 12 mánaðirnar hava koyrt bil, sjálvt um teir hava havt illgruna um, at ov nógv alkohol var í blóðinum Hetta er sama tal sum í Danmark og Finnlandi, men munandi hægri enn í Noregi og Svøríki, har sjey prosent av bilførarunum siga seg hava gjørt tað.
Hetta vísir ein nýggj kanning um ferðsluatburð, sum meginfelagsskapurin hjá ferðslutrygdarráðunum í norðurlondum hava gjørt av bilførarum í Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi.
Meðan norskar, svenskar og finskar kvinnur í nógv minni mun siga seg hava koyrt, sjálvt um tær høvdu illgruna um at vera skeivu megin promillumarkið, er hetta talið hægri í bæði Føroyum og Danmark, hóast munandi færri kvinnur enn menn siga seg hava sett seg í bilin í slíkari støðu.
- Tað er órógvandi, at so nógv siga seg hava koyrt bil, tá tey kunnu hava verið ávirkað. Hinvegin gevur greiði skilnaðurin millum tølini frá Noregi og Svøríki, ið hava 0,2 promillu, og Danmark og Finnland, ið hava 0,5 promillu, enn eina greiða ábending um, at tað var rætt at seta promillumarkið niður á 0,2 á heysti 2009, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri á RFF.