Sorgarleikurin í Noregi fyri 14 døgum síðani er sum gjørdur til eina spennandi krimi. Ein fanatiskur drápsmaður, ung hugsjónarfull offur og ein bumbuatsókn ímóti tí ovasta valdinum. Og stjórin í norska forlagnum Cappelen Damm, Anders Heger, er heldur ikki í iva um, at tað koma fleiri bøkur um Anders Breivik og hansara offur.
-Tað er einki at ivast í, at vit koma við bókum um sorgarleikin, og eg vænti, at onnur norsk forløg fara at gera tað sama, sigur Anders Heger við Kristeligt Dagblad. Í Danmark eru forløgini eitt sindur meiri varin.
-Vit hava als ikki hugsað um nakrar útgávur í hesum sambandi enn. Men tað er sjálvandi ikki óhugsandi, at vit fara at geva eina bók út seinni, um hon kann varpa nýtt ljós á sorgarleikin, sigur Johannes Riis hjá forlagnum Gyldendal við Kristeligt Dagblad.