Nógvar broytingar í leiðsluni

Tað eru fýra nýggj andlit í leiðsluni hjá Javnaðarflokkinum Tað vóru stórar broytingar, tá ið Javnaðarflokkurin valdi nýggja floksleiðslu á flokstinginum leygarkvøldið.

Jóannes Eidesgaard varð einmælt afturvaldur til floksformann uttan nakað mótvalevni.

Men flokkurin skal eisini hava tveir næstformenn, ein av hvørjum kyni. Bergur Dam í Havn, sum hevur verið næstformaður, segði seg frá og fyri hann varð Petur Páll Mikkelsen í Gøtu, valdur. Hin næstformaðurin, Randi í Jógvansstovu, í Leirvík, varð afturvald.

Somuleiðis segði floksskrivarin, Nita Næs í Nesi í Hvalba, seg frá og nýggjur skrivari er Oluffa Joensen í Gøtu.

Tað vóru heldur ongi mótvalevni til hesar tríggjar postarnar.

Í starvsnevndina søgdu Heðin Klein í Klaksvík og Kristoffur Gaardlykke seg frá og til teir tríggjar sessirnar í starvsnevndini varð stríðsval við at tað at seks valevni bjóðaðu seg fram.

Kristian Magnussen, varð afturvaldur og nývald eru Eyðgunn Samuelsen og Maud Næs.

Tey, sum nú mynda leiðsluna í Javnaðarflokkinum, eru sostatt: Jóannes Eidesgaard, formaður, Petur Páll Mikkelsen og Randi í Jógvansstovu, næstformenn, Oluffa Joensen, skrivari og starvsnevndarlimirnir Kristian Magnussen, Maud Næs og Eyðgunn Samuelsen

Á myndini eru fýra av teimum sum nú mynda leiðsluna í Javnaðarflokkinum. Frá vinstru eru tey Petur Páll Mikkelsen, nývaldur næstformaður, Maud Næs og Eyðgunn Samuelsen, nývaldir starvsnevndarlimir og Jóannes Eidesgaard, afturvaldur formaður