Tær seinastu vikurnar hava nógv fólk í Danmark kært seg um, at tey hava trupulleikar við rottum, og okkurt bendir á, at rotturnar eru fleiri í ár enn tey seinastu árini. Fyritøkan Mortalin, sum átekur sær at beina fyri rottum, sigur, at har hava tey ikki fingið so nógvar rottufráboðanir síðani 2007.
Eitt nú hevur Mortalin í Odense fingið 876 fráboðanir um rottur síðani tann 1. oktober. Tað er nógv meiri enn í oktober og november í fjør og næstan líka nógv sum í 2007, sum var eitt satt rottuár.
Mortalin sigur, at støðan er tann sama aðrastaðni sum í Odense, og at samanumtikið eru munandi fleiri rottur í Danmark í ár enn í fjør.