Stutt síðan varð kunngjørd ein veljarakanning, sum gav andstøðuni meirilutan og harvið leiðsluna í landinum, um løgtingsval hevði verið kanningardagin.
Ein veljarakanning hevur sum so ongan týdning, tí tað er ikki í dag, men vónandi ikki fyrr enn um trý ár, vit aftur seta krossin. Men ein veljararkanning gevur eina ábending og fær onkran at hugsa.
Atkvøður hava allar tíðir ferðast millum flokkar. Nógv fólk hava eina politiska hugsjón, og tí velja tey ávísan flokk. Onnur velja ikki flokspolitiskt, men persón sum teimum dámar, og tað eru tey, sum vilja, at teirra bygd ella býur fær eitt løgtingsumboð. Og so eru tað tey, sum slættis ongan áhuga hava í politikki og tí ikki fara á val.
Nógvar av teimum atkvøðum, sum ferðast millum flokkarnar, eru mótmælisatkvøður. Fólk eru ónøgd við egnan flokk, eru ónøgd við avrikið hjá sínum flokki, tí royna tey okkurt annað á næsta vali. Hetta hava vit mangan upplivað í Føroyum, og besta dømið var, tá Verkamannafylkingin á sinni fekk fleiri enn 3000 atkvøður til eitt løgtingsval.
Nógv klandur og stríð hevur verið í núverandi samgongu, síðan hon sá dagsins ljós fyri fimm árum síðan. Fimm landsstýrisfólk eru farin úr Tinganesi, og opin stríð millum serliga Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin hava verið í fjølmiðlunum.
Alt hetta er medvirkandi til, at fólk gerast ónøgd. Seinasta veljarakanningin sigur eisini, at nógvar atkvøður eru farnar beinleiðis í føvningin á Sambandsflokkinum, sjálvt um Sambandsflokkurin ikki hevur sýnt nakran serligan konstruktivan andstøðupolitikk.
Fólk gerast politiskt húsvill av øllum rumblinum.
Tín flokkur, Tjóðveldisflokkurin, hevur eftir mínum tykki ikki spælt kortini nóg væl hesi fimm árini. Vit hava gjørt ov nógv sjálvmál, hevur formaðurin sjálvur sagt.
Tað vóru á sinni skeiv tekin at senda fólkinum, tá Tjóðveldisflokkurin gekk á odda at hækka sínar egnu lønir, samstundis sum tað stóð illa til á mongum økjum í samfelagnum. Tað vóru eisini skeiv tekin at senda fólkinum at umbyggja løgtingshúsið og telefonhúsið fyri 50 milliónir krónur, og sum kostaðu kosta 17 milliónir ov nógv.
Tað eru eisini skeiv tekin at senda fólki, sum stremba eftir fullveldi, tá tey fáa at vita, at kostnaðurin av almennu umsitingini seinastu fimm árini er hækkaður við 154 milliónum krónum.
Tað eru eisini skeiv tekin, tá vit fáa at vita, at lækkan av ríkisstuðlinum ikki fer at ávirka gerandisdagin hjá føroyinginum, samstundis sum landsstýrismaðurin í almannamálum uttan ávaring ætlar at strika stuðulin til uppihaldspeningin til nøkur fá fólk. Gerandisdagurin hjá hesum fólkum broytist knappliga, tí nú mugu tey forvinna eina mánaðarløn afturat um árið.
Tað var eisini óheppið, at Tjóðveldisflokkurin setti ein óroyndan landsstýrismann í mentamálum, sum helt seg megna alt og í einari knappari vending vildi yvirtaka kirkjuna, loysa øll skúlamál og hækkaði sjónvarpsgjaldið. Hvat kunnu vit vænta av okkara fólkum í framtíðini?
Tá alt hetta er sagt, so er ein stórur framburður farin fram í Føroyum seinastu fimm árini, og nógv gott er komið á skaftið. Undirsjóvartunnil, nýtt suðuroyarskip, tunnil til Gásadals, Norrøna, útbygging av landssjúkrahúsinum, stór menning á heilsu- og eldraøkinum og betran á nógvum øðrum økjum. Jú, tað er framvegis positivur andi í landinum og her er gott at búleikast, men spell, at politiska stevið er so vánaligt.
Vit eru ikki harrar yvir fiskasjúkum, fiskatilfeinginum og fiskaprísum, tí er okkara samfelag so viðbrekið. Hesar eru treytirnar hjá okkum føroyingum.
Tað er óheppið fyri okkara tjóð, at fólkið framvegis gongur í tveimum stórum bólkum. Tey, sum vilja varðveita ríkistuðulin og vera knýtt at krónunum úr Danmark, og tey sum vilja klára seg sjálv.
Eingin ivi er um, at okkara flokkur, Tjóðveldisflokkurin, stendur við eitt vegamót. Tað er altavgerandi, at politiska stevið gerst betri, og at veljararnir og harvið atkvøðurnar støðast í flokkinum. Avgerandi er at senda røtt tekin til fólkið. Tað, sum millum annað stóð at lesa herfyri í bløðunum um stríðið millum Finn Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, hoyrir ongastaðni heima. Tílíkt stríð skal fara fram á floksfundi og ikki í fjølmiðlunum.
Nú mugu vit syrgja fyri, at fólk aftur fáa álit á politikararnar, og at ikki fleiri atkvøður fara úr samgonguni og beinleiðis í føvningin á Sambandsflokkinum. Trý ár eru eftir av valskeiðnum, og í hesi tíð kann nógv broytast.