Nógvir húsagangir

Eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er ongantíð vaksin so nógv í Danmark sum í fjør, men kortini vísir tað seg, at sera nógvar danskar tænastufyritøkur fóru á húsagang í árinum, sum fór.

Sambært Købmandsstandens Oplysningsbureau fóru 2.531 fyritøkur á heysin í fjør, og tað er tað mesta seinastu tíggju árini. Teirra millum vóru nógvar matstovur og fleiri gistingarhús, og í flestu førum var talann um fyritøkur, sum byrjaðu fyri umleið fimm árum síðani. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at júst um tað mundið fingu danir nógvar nýggjar matstovur.

Ein kanning í byggivinnuni vísir, at donsku byggifyritøkurnar forvunnu væl fleiri pengar í fjør enn í 2003, men at 372 byggifyritøkur kortini fóru á húsagang í fjør. Tað var 10 prosent fleiri enn árið fyri. Ein kanning hjá byggivinnuni vísir, at nógvar aðrar fyritøkur høvdu negativan eginpening og hall í rakstrinum í fjør.