Ríkispolitiið hevur góðkent fleiri nýggj sløg av politibilum, sum eisini koma at koyra í Grønlandi og í Føroyum. Millum teir 500 nýggju politibilarnar sum danska Ríkispolitiið fer at keypa árliga tey komandi fýra árini, eru nógvir spennandi bilar, sum ikki hava verið at sæð fyrr sum politibilar.
Ríkispolitiið hevur seinastu tíðina royndarkoyrt 28 ymiskar bilar, og av teimum eru 12 bilmodell góðkend av bilmerkjunum: VW, Skoda, Ford, Opel og Toyota, sum skulu nýtast sum politibilar í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.
Talan er um bilar sum t.d. Opel Corsa og Astra, VW Touran og Passat, Skoda Suberb, Ford Mondeo og Toyota RAV4 og Land Cruiser.
Einastu dieselbilarnir eru Toyota RAV4 og Land Cruiser, sum eftir ætlan eisini skulu nýtast í Føroyum og í Grønlandi, skrivar Erhvervsbladet.dk.