Tað var eitt sindur soltið við fólki, tá landsliðshópurin klokkan tíggju fyrrapartin í gjár hittist á Hotel Føroyum, har teir skulu halda til inntil komandi mikukvøld.
Allan Simonsen, landsliðsvenjarin, var ikki møttur, og eingir av teimum sjey útisetunum vóru heldur til staðar, tá bussurin fyri fyrstu av mongum ferðum hesa næstu vikuna rullaði úr túninum á Hotel Føroyum og oman í Gundadal. Landsliðsvenjarin, Julian Johnsson, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Óli Johannesen skuldu koma til Føroya týskvøldið, men floglíkindini vóru vánalig, og flogfarið lendi ikki fyrrenn klokkan tíggju fyrrapartin í gjár.
Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, hevði ábyrgdina av fyrstu venjingini, og umframt hann vóru ellivu spælarar á vøllinum, og so var ein annar 1. deildarspælari eisini. Páll á Reynatúgvu er fysioterapeutur. Hann hevur áður spælt fimm landsdystir, og hóast hann nú tekur politikkin og borgarliga arbeiðið framum fótbóltin, so dugir hann væl at gera nyttu í venjing, um tað hevði verið neyðugt.
Jens Pauli Marstein er lækni hjá landsliðnum hesa ferð, og Heðin Askham er røkir stóru uppgávuna hjá liðleiðaranum.
Tríggir teir síðstu landsliðsmenninir ? Uni Arge, Jens Martin Knudsen og Allan Mørkøre ? skuldu koma til Føroyar seint seinnapartin í gjár, og tað var ikki serliga sannlíkt, at teir fóru at vera til staðar, tá landsliðið skuldi venja í gjárkvøldið klokkan 18. Sambært skránni verða venjingarnar í dag klokkan ellivu og átjan.