Fiskivinna
Seinastu vikuna hevur flakavirkið Kósin í Klaksvík keypt nógvan línufisk frá skipum, sum hava roynt undir Íslandi.
Týsdagin í seinastu viku landaði Polarstjørnan 180.000 pund, og seinasta fríggjadag var Jákup B á Klaksvík við 150.000 pundum.
Mánadagin í hesi vikuni var Núpur inni við 120.000 pundum og Helena, sum er fyrrverandi Fuglfirðingur, hevði 100.000 pund.
Øll skipini hava verið undir Íslandi, og meginparturin av veiðini er longa, brosma og nakað av toski og hýsu.
Umframt veiðina hjá línuskipunum, hevur Kósin í Klaksvík eisini keypt upsa frá Beta í Saltangará.