Nú kemur ferð á aftur

Hondbóltur: Eftir jóladvala kemur ferð á aftur hondbóltskappingina í dag og í morgin. Tríggir dystir eru longu spældir, og tá sunnukvøldið kemur, hava øll liðini verið á vøllinum í endaspælinum

Endaspælið í landskappingini er byrjað hjá bæði kvinnum og monnum. Og tá hetta vikuskiftið er farið afturum, hava øll tey fjúrtan liðini verið á vøllinum í seinnu helvt av kappingini.

Menninir hjá StÍF fingu eina góða byrjan upp á endaspælið við at vinna í Vestmanna. Tað hevði við sær, at strandingar komu upp á ovasta pláss í 1. deild, men tað er rættiliga sannlíkt, at teir missa hetta plássið aftur longu í dag ella í morgin.

Í dag spæla nevniliga H71 og VÍF í Vestmanna (ikki í Havn, sum vit skrivaðu í gjár), og um H71 vinnur, eru teir fremst.

H71 vann mikukvøldið á KÍF fyri fyrstu ferð í hesi landskappingini. Hoyvíkingar hava tað ofta truplari við liðunum, sum á pappírinum eru veikari enn teir, meðan tað gongur betri móti betru liðunum. Men uppgávan móti VÍF verður neyvan lættari av teirri orsøk. Fyri VÍF er bert gullið nóg gott, men tað er sjáldan, at ein føroyameistari byrjar endaspælið við at tapa tveir teir fyrstu dystirnar. Tað vita vestmenningarnir, og teir vera ivaleyst sera tendraðir í kvøld.

Um StÍF ikki missir ovasta sessin í deildini í kvøld, gera teir tað ivaleyst í morgin. Kyndil vann grundspælið, men varð yvirhálað av bæði StÍF og H71 mikukvøldið. Í morgin spælir Kyndil í Havn móti Tjaldrinum, og her eru oddsini við havnarmonnum. Um teir vinna, og H71 ikki vinnur í kvøld, er Kyndil aftur fremst í deildini.

Ein triði dystur verður eisini í bestu mansdeildini um vikuskiftið. Hann verður í dag í Havn, har kollfirðingar aftur eru á vitjan, hesaferð móti Neistanum. Neistin hevði eitt gott grundspæl ? betri enn tey flestu helst høvdu væntað. Nú skulu Neistamenn so vísa, um teir megna at halda góðu gongdina. Teir eru framvegis væl við í oddastríðnum, men um tað skal halda fram, hava teir ikki ráð at missa stig móti KÍF ? tí nú telja bæði stigini.

Dystirnir í Havn í dag og í morgin byrja báðir klokkan 16.00, og tað ger dysturin í Vestmanna í dag eisini.


VB aftur norðanfyri

Hjá kvinnunum er bert ein dystur spældur higartil í endaspælinum. Tað var mikukvøldið, tá VÍF vann 22-20 á StÍF og tók seg upp á næstovasta plássið á stigatalvuni. VÍF-kvinnurnar hava møguleika fyri at fáa tvey stig afturat í dag, tá tær spæla revansjudyst móti VB. Vágskvinnur gjørdu eitt gott hál beint fyri jól, tá tær vunnu í Vestmanna og á Skála. Nú gera tær sama túrin umaftur, og so fer tað at vísa seg, um tær megna at endurtaka sigursmarsjin.

VB spælir í Vestmanna í dag klokkan 14.30 og móti StÍF á Skála í morgin somu tíð. StÍF tapti í Vestmanna mikukvøldið, og hóast tað er stutt útliðið, hevur tað týdning hjá teimum at vinna á VB í morgin, um tær skulu fylgja við í toppinum. Um VB hinvegin vinnur, er knappliga bara eitt stig á muni millum VB og StÍF, og um VB-kvinnurnar dagin fyri hava vunnið í Vestmanna eisini, ja so eru tær frammanfyri StÍF.

Annars sær dysturin í dag millum Neistan og Stjørnuna út til at vera tann mest áhugaverdi hetta umfarið. Seinast, liðini spældu ? tað var í Klaksvík beint áðrenn jól ? vann Neistin stórt. Í upptaktini tá útnevndu vit Stjørnuna sum lítlan favoritt, men tað gera vit so ikki hesaferð. Men tað verður neyvan so stórur munur á, sum tað var í Klaksvík 20. desember.

Kyndil er framvegis fremst hjá kvinnunum, og tær eru eisini stórfavorittar móti GÍ/Tjaldrinum í morgin. Liðið úr Gøtu og Runavík fekk óvæntað javnleik móti Stjørnuni í teirra síðsta dysti í grundspælinum, men tað úrslitið gongur neyvan aftur í morgin.