Stórur saknur hevur verið í henni og vit hava bíðað leingi. Men nú kemur hon, móðurmálsorðabókin, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út. Og hon er ætlað øllum, sum brúka føroyska málið so ella so, fjølmiðlum, skrivandi fólki og øðrum.
Orðabókin kemur út í tveimum útgávum, eini eitt binds útgávu og eini tvey binds útgávu. Tað eru eins nógv orð í báðum útgávunum, nevniliga ikki færri enn 66.000 orð, ið er tvífalt so nógv sum í føroysku-donsku orðabókini. Munurin á útgávunum er, at eitt binds útgávan er í linari permu og er ætlað til nógv brúk, meðan hin er í stívari permu og er eitt sindur størri og er fínari í tí. Eitt binds útgávan er 1488 síður og tvey binds útgávan er uml. 1600 síður. Ein triðja útgáva er ein teldutøk orðabók, sum verður seld sum teldufløga. Hon verður ætlandi til keyps í næsta mánaði.
Tvey binds útgávan hevur ein bakleiðis stavraðaðan orðalista, tað vil siga, at orðini eru sett upp alfabetiskt aftanifrá. Í útgávunum eru nýtsluleiðbeiningar og ein bendingarskipan, sum er nakað nýtt.
Við hvørt einasta sagnorð, navnorð og lýsingarorð, tað vil siga orð sum verður bend í føllum, stendur eitt tal aftanfyri orðaflokkin, ið vísir til bendingaryvirlitið aftast í bókini, har tú sært, hvussu orðini verða bend. Tað er spildurnýtt í føroyskum orðabókum, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, sum er í ritstjórnini.
Framkomið
Og sum vera man tekur langa tíð at gera eina orðabók við 66.000 orðum. Onkur heldur, at alt ov long tíð er gingin, men í mun til orðabókaarbeiði aðra staðni, eru 8 ár als ikki so long tíð. Tað byrjaði so smátt í 1989, tá ið ein orðabókaráðstevna var í Føroyum, sum æt Orðabók og telda, og farið varð í gongd í 1990.
Orðabókagerðin er gjørd í neyvum samstarvi við Petur Zachariassen og Heina Justinussen, ið hava gjørt forritið, sum er brúkt í orðabókagerðini og tað er so mikið gott, at danir og íslendingar hava keypt tað.
Forritið er so mikið framkomið, at tað lýkur krøvini, sum vanliga verða sett slíkum arbeiði. Tað hevur verið ógvuliga hent hjá okkum, tí tað ber til at leita upp á allar hugsandi mátar í forritinum. Tað eru avgjørt nógvir fyrimunir við tí, sigur Jógvan í Lon.
Fjølbroytt mál
Stórur saknur hevur verið á eini móðurmálsorðabók. Hvønn týdning metir tú orðabókin hevur í fyrsta umfari.
Hon hevur øgiliga stóran týdning, bæði hjá fjølmiðlum og øðrum, ið arbeiða við málinum. Tað er hugsandi, at fólk fáa eitt fjølbroyttari mál. Við at brúka orðabókina ber til at finna samheiti, dámar tær ikki eitt ávíst orð, ber til at finna eitt annað við somu merking og sum er betri hóskandi. Bókin kann brúkast sum ein synonym ella samheitaorðabók, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.
Endamálið er, at øll skulu kunna brúka orðabókina.
Hon er ikki vísindalig uppá tann mátan, at hon hevur kelduávísingar og sigur, nær orðini fyrstu ferð koma fyri. Hetta er ein brúksorðabók til fólkið, sigur Jógvan í Lon.
Donsk-føroyska orðabókin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í 1995 og sum Hjalmar P. Petersen ritstjórnaði var rættiliga víðgongd, tí hon loyvdi danismum og fremmandaorðum. Hvør linja er løgd í hesi bókini.
Bæði gamalt og nýtt orðatilfar er við. Bókin hevur fitt av talumálsorðum og vanligum fremmanda orðum, sum vit hava verið noydd at fara í aðrar orðabøkur at finna. Tað er ikki talan um ta fríu linjuna, sum eyðkennir donsk-føroysku orðabókina, tann gamla linjan er meir og minni hildin, men har afturat eru nøkur av teim vanligastu orðunum við, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.
Fyrsta stig
Orðabókin er gjørd á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur gingið á odda í gerðini av nýggju móðurmálsorðabókini. Hini í ritstjórnini eru Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen, Marjun Simonsen og Anfinnur Johansen. Eitt binds útgávan verður prentað í uml. 4000 eintøkum og tvey binds útgávan í nakað færri eintøkum.
Men hóast orðabókin er liðug og prentað, er arbeiðið kortini ikki liðugt.
Hetta er bara fyrsta stigið. Skal orðabókin kunna brúkast og fylgja við málinum má hon dagførast regluliga. Tað er lætt at gera, tí bókin liggur á teldu, so hugsandi er, at ein dagførd orðabók kemur út um nøkur ár, sigur Jógvan í Lon.
Hvussu nógv báðar orðabókaútgávurnar fara at kosta vil Jógvan í Lon Jacobsen ikki avdúka fyrr enn á hátíðarløtuni, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi fríggjadag í sambandi við útgávuna. Samkoman er almenn og røður, framløgur og kórsangur eru á skránni.