Nú koma fleiri ellis-og røktarheimspláss

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum til at hækka stuðulin til bygging av ellis- og røktarheimum úr 500 túsund í 800 túsund krónur fyri hvørt búpláss. Eisini verður stuðulin til sambýlir hækkaður. Sagt verður, at tørvurin á røktarheimum er sera stórur, og at neyðugt at seta fer á byggingina av búplássum alt fyri eitt. Tað eru kommunurnar, sum vara av byggingini av ellis- og røktarheimum, meðan landið letur stuðul til byggingina. Í løtuni eru tríggjar verkætlanir í gongd til íalt 72 pláss.